Sjálvstýri hóttir eina komandi AB-samgongu

Um Sjálvstýri røkkur upp um tinggáttina, kann tað hótta eina møgulig AB-samgongu. Mynd: Copilot.

Fyri nøkrum vikum síðani stóð Fólkaflokkurin til at fáa 12-13 tinglimir í veljarakanningum. Síðani valið varð útskrivað, er tað tó gingið skeivan veg í veljarakanning hjá Spyr.fo 12. Mars stendur Fólkaflokkurin bert til at fáa 10 tinglimir - enntá upp á næstytsta brøk. 

Heldur ikki gongur væl hjá Sambandsflokkinum, ið fær 7 tinglimir, men upp á allarytsta brøk. Sostatt er tað sera ivasamt, um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin einsamallir kunnu fáa einsamalla meirilutasamgongu, tí hóast nýggjasta kanningin gevur 17 tinglimir, er hetta sera tætt upp á 15 tinglimir, um man kannar desimalarnar. Í tí føri hevði ein slík samgonga verið noydd at tikið antin Miðflokkin ella Framsókn við í samgonguna. Ikki tí; annar tinglimurin hjá Miðflokkurin er alt annað enn tryggur sambært kanningini.


Meðan tað gongur niður á bakka hjá Fólkaflokkinum, gongur tað hinvegin uppeftir hjá Sjálvstýri, ið snávaði til seinasta løgtingsval. Til hetta valið hevur flokkurin spakuliga vunnið undirtøku í veljarakanningunum, og nú er flokkurin bert heilt fáar atkvøður frá at sleppa upp um tinggáttina. Hendir hetta, tekur Sjálvstýri møguliga ein tinglim frá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum ella Miðflokkinum. 


Neyðugt kann tá gerast at fáa Sjálvstýri við í eina borgarliga samgongu, men tað er neyvan so lætt śum tað ljóðar, tí hóast formaður floksins, Sámal Petur í Grund, sigur flokkin vera “mitt á miðjuni”, so leggja útmeldingarnar frá flokkinum upp til, at flokkurin verður ein hin mest vinstravendi á Løgtingi eftir komandi val. Ein borgarlig samgonga við Sjálvstýri sum kitti hevði neyvan ligið væl í sjónum. 


Undir øllum umstøðum er nú realistiskt, at Sjálvstýri kemur aftur á ting, og tað kann fara at komplisera politiska landslagið munandi.


Hinvegin síggja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, ið leingi fingu fimm tinglimir í part í veljarakanningum, út til at fáa tryggar seks tinglimir í part, og lopið upp til sjeynda tinglimin er møguligt, serliga um Sjálvstýri snávar.


Áhugavert verður at síggja, um Sjálvstýri megnar at lyfta seg upp um markið, ið er 1/33, t.v.s. 3,03%. Um so verður, er áhugavert at síggja, hvørjum flokki Sjálvstýri tekur ein tinglim frá. Nevnast má sjálvandi, at alt hetta er skrivað út frá eini veljarakanning við givnari óvissu, og harumframt kann nógv henda hálvuaðru vikuna fram til Løgtingsvalið.


Undir øllum umstøðum stendur ein AB-samgonga ikki á líka tryggari grund, sum hon tyktist gera, tá ið valið varð útskrivað.



Flokkur

Atkvøðubýti (%)

Tinglimir

Fólkaflokkurin

29.0

9.57

Sambandsflokkurin

19.8

6.53

Javnaðarflokkurin

18.8

6.20

Sjálvstýri

2.9

0.96

Tjóðveldi

17.8

5.87

Framsókn

6.9

2.28

Miðflokkurin

4.8

1.58

Tilsamans

100.0

33

Kanning hjá Spyr.fo 12. mars 2026




Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum