Posts

Showing posts with the label Bústaðir

Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?

Image
  Sámal Petur í Grund er sjálvstýrisformaður, men hevur eisini stillað upp fyri Framsókn Sjálvstýri - áður: Sjálvstýrisflokkurin - hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin - Radikalt Sjálvstýri - tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson , ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá "móðurflokkinum".  Sjálvstýrisflokkurin stóð eftir sum ein “moderatur” flokkur bæði í sjálvstýrismálum og vinnumálum, og hann fór enntá nøkur ár í valsamgongu við Javnaðarflokkin. Hann gjørdist eisini heitur fortalari fyri nýggju heimastýrislógini - saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum. Hendan linjan hj...

Bústaðir og ferðavinna eiga at skiljast sundur

Image
Í vikuni frættist, at Tórshavnar kommuna hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum - sambært týska hagtalssíðuni Statista. (Havnin flestar Airbnb-búeindir í Norðurlondum) Tølini vísa væl at merkja “Tórshavn + proxies”, tvs. Tórshavn og grannabygdir. Hvat hetta merkir er ógreitt. Undir øllum umstøðum liggur Havnin+ ájavnt við Reykjavíkar kommunu hvat viðvíkur Airbnb-leigumál fyri íbúgva.  Airbnb er sjálvandi ikki einasta fyritøka, ið samskipar útleigu, men hetta er hin størsta og hetta sigur nógv um hvussu útbreidd stutttíðarleiga er í ymiskum býum.  Trupulleikin við stuttíðarleigu er, at alsamt fleiri fastbúgvandi føroyingar verða tveittir út úr sínum bústøðum, tí tað loysir seg betri at leiga út til múgvandi ferðafólk ella “fasttrakkarar”. Hetta er bæði við til at skapa bústaðatrot, men trýstir samstundis prísirnar upp. Umframt hetta kann nevnast, at heilir býlingar og bygdir verða hálvgum tømdir fyri fastbúgvandi fólk, soleiðis at nærsamf...