Bústaðir og ferðavinna eiga at skiljast sundur
Í vikuni frættist, at Tórshavnar kommuna hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum - sambært týska hagtalssíðuni Statista. (Havnin flestar Airbnb-búeindir í Norðurlondum) Tølini vísa væl at merkja “Tórshavn + proxies”, tvs. Tórshavn og grannabygdir. Hvat hetta merkir er ógreitt. Undir øllum umstøðum liggur Havnin+ ájavnt við Reykjavíkar kommunu hvat viðvíkur Airbnb-leigumál fyri íbúgva. Airbnb er sjálvandi ikki einasta fyritøka, ið samskipar útleigu, men hetta er hin størsta og hetta sigur nógv um hvussu útbreidd stutttíðarleiga er í ymiskum býum.
Trupulleikin við stuttíðarleigu er, at alsamt fleiri fastbúgvandi føroyingar verða tveittir út úr sínum bústøðum, tí tað loysir seg betri at leiga út til múgvandi ferðafólk ella “fasttrakkarar”. Hetta er bæði við til at skapa bústaðatrot, men trýstir samstundis prísirnar upp. Umframt hetta kann nevnast, at heilir býlingar og bygdir verða hálvgum tømdir fyri fastbúgvandi fólk, soleiðis at nærsamfelagið dettur niðurfyri og gerandistænastur hvørva. At ferðafólkatænastur stinga seg upp í staðin, er lítil troyst fyri tey fastbúgvandi.
Fleiri øki verða snøgt sagt tikin frá teimum fastbúgvandi og givin teimum ferðandi. Hetta er sum at lesa ástøðið hjá Zygmunt Bauman um turistar og vagabondar, har ríkir turistar leggja allan heimin undir seg við sínum stóru pengapungum, meðan innfødd verða noydd at reika runt fyri at finna okkurt stað at búgva - í summum førum flyta uttanlands. Vit eru enn ikki komin har til, at fólk í hópatali búgva í kampingvognum, men nógv noyðast at búgva óvirðilig støð, tí tey ikki hava nakran møguleika at finna nakað hóskandi at búgva í til sámuligan prís.
Ferðafólk eru sjálvandi ikki bert útlendingar. Vit føroyingar eru líka ringir sjálvir. Og ein partur av stutttíðarleiguni í Føroyum er eisini til føroyingar, ið ferðast í egnum landi. Tað er ein tørvur á gistingarmøguleikum, men tað er heilt einfalt ikki í lagi, at ferðavinnan og frítíðarfólkið brúka bústaðir til frítíðargisting. Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir, ikki sum summarhús ella stuttíðarleigumál. Vit eiga at aktivera flest møguligar bústaðir til bústaðaendamál, tí her eru túsundtals bústaðir, ið kunnu nøkta ein risatørv upp á stutt sikt, samstundis sum tað sjálvandi eiga at byggjast nógv fleiri nýggir bústaðir.
Tað eigur at tilskilast greitt hvørji øki eru bústaðarøki og hvørji eru frítíðarøki, t.d. summarhúsøki, garðsetursøki o.l.. Tað eigur ikki at góðtakast, at bústaðir í bústaðarøkjum verða brúktir til frítíðarendamál. Hetta er ikki bert ein spurningur um útboð/eftirspurning av bústøðum, men eisini ein spurningur um býarskipan. Vit mugu tryggja vælfungerandi bústaðarøki, har fastbúgvandi kunnu knýta varandi relatiónir og uppbyggja varandi funktiónir nærsamfelagnum at gagni. Alt hetta krevur sjálvandi, at ferðavinna og bústaðir verða skild sundur bæði býarskipanarliga og fyrisitingarliga. Eitt annað alneyðugt amboð er, at skrásett verður, hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum, ella ogn hjá eigarum, ið eiga meira enn eina bústaðareind. Tað má tilskilast greitt, hvussu útleiging kann fara fram hjá slíkum ognarum. Sum nú er ræður Wild West, og tað er sera skaðiligt fyri okkara leigarar.
Latið tí ferðafólkini búgva í gistingarhúsum og kampingplássum, har tey eisini skapa formlig arbeiðspláss til tey fastbúgvandi, og avmarkið stutttíðarleigu sum Airbnb til summarhúsøki, frítíðarhúsøki - ella hvat man velur at kalla tað í byggisamtyktini. Eitt undantak kann vera, at man ger sum í New York, har tað bert er møguligt at leiga kømur frá Airbnb, um útleigarin býr í íbúðini og er til staðar alt uppihaldið. Eitt annað undantak kann møguliga vera bygdir, ið eru so fjarskotnar, at eingin fæst at búgva har fast.
Comments
Post a Comment