Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapar arbeiðspláss, ið føroyingar leggja í (mikubloggur)
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, hevur víst á, at útlendingalógin má strammast upp. “Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men upplýsir, at fiskavirkir og gistingarhús eru væl umboðað, tá tosað verður um Fast Track, eins og fiskiveiðuvinnan er væl umboðað.” Soleiðis skrivar Sirið Stenberg í svari sínum upp á fyrispurningi hjá Bárði á Lakjuni um tilflyting , ið m.a. spurdi, hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í. Tíverri hevur Útlendingastovan ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, og tað er í sjálvum sær atfinngingarsamt. Men hóast hetta er yvirskipað galdandi, at hesi eru topp 3: Matvøruídnaðurin (fiskavirki o.a.) Gistingarhús- og matstovuvinnan Fiskivinna ...