Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

 

Í farnu viku sóu vit løgmann og løgtingsforkvinnuna - landsins ovastu embæti - taka seg saman at lumpa Framsókn. Tað er ikki ólógligt, men heldur ikki vakurt at skoða. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið.

Vit vóru í farnu viku vitni til ein heldur ódámligan sjónleik - fyri ikki at siga glantrileik. Hóast politikarar royndu sum frægast at halda maskuni, er tó sera sannlíkt, at fittur partur av teimum vistu nøkulunda av, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini. At nýval í verki (les: hægst sannlíkt) varð útskrivað, tá ið Bjørt Samuelsen býtti um upp á raðfylgjuna av pensjónsaldurs- og Suðuroyartunnils-málunum, er heilt greitt. Øll, ið vildu vita tað, vistu tað tá. At løgtingsforkvinnan helt upp á, at tað var rein tilvild, var reint spæl fyri gallarínum. 

At løgtingsforkvinnan og løgmaður vóru saman um gongdina hetta komandi samdøgrið, er eisini púra opinlýst. Og fleiri onnur vóru sjálvandi vitandi um hetta. Ivin stendst einans um, nær ráðagerðin byrjaði. Byrjaði tað eftir at Karlot Hergeirsson og Bjarni Kárason Petersen atkvøddu ímóti Suðuroyartunlinum ella byrjaði tað áðrenn? Hetta kunnu vit bara gita um, men í seinasta lagi týsmorgun - eftir provokatiónina frá framsóknartinglimunum - var leikritið skrivað. Javnaðarflokkurin hevði við harðari hond rikið sínar tinglimir í rætt, men tøkkin frá Framsókn var ein longutong.


Eftir svikið frá Framsókn mánadagin, hevði Aksel V. Johannesen í hvussu er sítt alibi upp á pláss. Nú kundi hann vísa aftur á vantandi álit og samstarvsvilja, og sum hevnd kundi hann býta um upp á raðfylgjuna av málinum. At hann fekk løgtingsforkvinnuna við upp á hetta, ger hana til samseka, tí hon má hava gjøgnumskoðað plottið, bjørt sum hon er. 


Í verki gjørdist hetta sostatt ein ráðagerð ímóti Framsókn. Løgmaður hevði tó framvegis síðsta kortið tætt inn at kroppinum. Skuldi val útskrivast, eftir at Suðuroyartunnilin varð samtyktur, ella eftir at hækkingin av pensjónsaldrinum varð samtykt? Løgmaður hevur ivaleyst ivast til tað síðsta, men nakrir/fleiri tinglimir ætlaðu at fella uppskotið um hækkaðan pensjónsaldur, og tí gjørdist lagaliga løtan at skriva út nýval millum málini, fyri at sleppa undan at missa andlit. Tað sá veruliga út sum, at Ruth Vang ikki væntaði nývalið fyrr enn eftir at bæði málini vórðu atkvødd ígjøgnum, men var tað kanska eisini spæl fyri gallarínum? Um Ruth ikki óraði ilt, er hon naivari enn ein politikari realistiskt kann vera.


Úrslitið av hesi ráðagerð gjørdist, at Ruth sat eftir við svartaperi, meðan Aksel tók stikkið heim. Hann fekk nú tænt bæði suðuroyingum og arbeiðarafeløgunum - tveimum veljarabulum undir Javnaðarflokkinum. Við hesum bjargaði hann helst Javnaðarflokkinum nakrar atkvøður í mun til tað, ið ússaligu veljarakanningarnar í seinastuni hava bent á. Sambært feskastu veljarakanningini yvirhálar Javnaðarflokkurin enntá Tjóðveldi.


Framsókn fekk tó eisini profilerað seg mánadagin við at atkvøða ímóti Suðuroyartunlinum. Flokkurin er hin mest sentralistiski í landinum og fær ivaleyst onkrar sympati-atkvøður í Havn. Tó kann hann missa líka nógv við at vísa seg sum ein “óseriøsan” flokk, ið ikki er til at stóla upp á, og í hvussu er verður trupult hjá flokkinum at sleppa í samgongu eftir komandi val. 


Vit fáa ikki endaligt svar upp á, hvussu víðfevnd ráðagerðin var, men tað er ilt at trúgva, at vælinformeraðir løgtingslimir ikki hava órað ilt longu mánadagin. Í seinasta lagi týsdag fyrrapart var tað tó flestum greitt, at ein ráðagerð var sett í verk. 


p.s. Dagin eftir at eg hevði skrivað hendan blogg, bórust tíðindini um, at Bjørt Samuelsen ikki stillar upp aftur. Heldur óvirðiligt, at eitt mál sum hetta skuldi gerast hennara síðsti gerningur á Tingi.



Comments

  1. Ráðagerðin kemur afturat ráðagerðini í desember í fjør, tá AJ í ein hý og hast sendi Djóna Joensen aftur í landsstýrið, so Súsanna Bertholdsen kundi sleppa aftur í tingið at atkvøða fyri fríari fosturtøku. Tann manøvran tykist nú fáfongd, eftirsum Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, saman við tí leysa, ivaleyst fara at avtaka lógini aftur, áðrenn hon kemur í gildið 1. juli.

    ReplyDelete

Post a Comment

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa