Tjóðarandin í Vesturheiminum er í upploysn

Vesturlendski andin er gamal og slitin, og
hongur fastur í fortíðar stórleika. (tilgjørd mynd)

“Tjóðarandin” er eitt hugtak, ið var á móta í 19. øld - í romantisku tíðini. Hetta hugtak knýtir saman mál, mentan, virði, siðir, søgu, samleika og kollektiva minnið í ein felags “anda”, ið byggir á ein “innara anda”, men savnast sum ein “intersubjektivur andi”. (Hetta er í familju við subjektiva/objektiva andan hjá Hegel.) Tað týðandi eru tey virði, vit hava til felags sum fólk, sum tjóð. Um ikki tjóðarandin hevur eina greiða kós og ein greiðan samleika, vil tjóðin ikki hanga saman í longdini.


Vesturlendska siðmenningin (sivilisatiónin) er í dag sokkin niður í eitt andaligt myrkur, hon er í eini “andaligari kreppu”. Samfeløgini hava mist sína kós og eru vorðin til ósamanhangandi meldrar, ið elva til ótespiligar kenslur sum fremmandhatur, framburðsótta og - enn verri - sjálvshatur (oikofobi).


Tí stendur vesturlendska siðmenningin fyri falli. Ein siðmenning, ið ikki ynskir at seta børn í heimin, ikki ynskir at verja seg ímóti fíggindum og ikki vil verja síni egnu virði, men heldur vil bróta niður síni egnu virði, er dømd til stagnatión. Hinvegin eru onnur fólkasløg, ið seta nógv børn í heimin og vilja stríðast fyri sínum virðum. Hetta endurspeglast eisini í búskaparstøðuni hjá fleiri vestureuropeiskum londum. Framburðshugurin er fánaður.  


Nógv europeisk lond, herundir Føroyar, eru nominelt kristin. Men hagtøl siga ikki alt. Hóast størsti parturin av fólkunum eru kristin, eru tey flestu bara “kulturkristin”, soleiðis skilt at tey bara praktisera partar av kristindóminum, ofta at kalla “tóm ritual” uttan sterkt innanhýsis andaligt lív. Eitt sindur frekt kann man kalla hesi “passivt kristin” (meiri og minni). Lat meg taka eitt einfaldgjørt roknidømi. Um eitt land hevur 90% kristnar íbúgvar og 10% við øðrum átrúnaði, men einans 10% av kristnu íbúgvunum eru “andaliga virknir”, ímeðan 100% av hinum íbúgvunum eru andaliga virknir, so eru 9% av íbúgvunum “virkin kristin”, ímeðan 10% av íbúgvunum eru virkin innan aðrar átrúnaðir.


Men tá eru bara 19% av íbúgvunum, ið hava “andalig áhugamál”, kundi man mótmælt. Restin er líkaglað við andalig viðurskifti. Gaman í, men tað eru tey andaliga virknu, ið seta andaligu kósina hjá samfelagnum, og við tíðini vil andaliga kósin hjá samfelagnum ávirka alla samfelagskósina. Tey “andaliga líkaglaðu” verða fyrr ella seinni rakt av andaligum rákum, ið ynskja at seta dagsskránna. Tey samfeløg, vit hava bygt upp í Vesturheiminum, komu ikki burtur úr ongum, men hava bygt á ógvisligar andaligar uppgerðir gjøgnum øldir. Í farnum øldum - serliga í 16. og 17. øld - bardust okkara forfedrar fyri okkara andaligu kós, har milliónir av fólkum doyðu fyri tann andaliga og samfelagsliga framburð, ið hevur eyðkent Vesturheimin síðani. 


Summi vilja halda, at átrúnaður stendur fyri falli, men tølini siga greitt nakað annað. Sambært Pew Research Centre fer Kristindómurin at vaksa frá uml. 2,3 mia. til uml. 3. mia. fólk komandi hálvu øldina, ímeðan Islam veksur frá uml. 2 mia. til 3,6 mia. Hetta eru stóru “andaligu kappingarneytarnir” um okkara leiðir, ið stríðast um at seta andaligu dagsskránna í meginpartinum av heiminum. Hetta stríð fer at seta andaligu kósina gjøgnum 20. øld. “Andaliga líkaglaðir” ateistar, postmodernistar, sosialkonstruktivistar, nihilistar og onnur, ið arbeiða fyri relativismu av ymiskum slagi, mega bróta niður, men megna ikki at byggja nakað varandi upp. Postmodernaðir “franskir filosoffar” byggja einki land. 


Í dag hava nógv í Vesturheiminum hug til at hvíla á laurberunum og gloyma sítt andaliga upphav, ímeðan nógv eisini eru uppetin av sjálvsoyðandi hugsjónum sum kommunismu, anarkismu ella ymiskum fascismu-variantum. Tjóðarandin í vesturheims londum er í upploysn, og samfeløgini hava mist mál og mið í eini stremban eftir “tí behagiliga”. Sovipútan hevur rurað vesturlendsku tjóðirnar í ein djúpan svøvn, ið tey ikki vakna úr aftur, men nú byrja marrudreymarnir spakuliga at spríkja fram úr andaliga tómrúminum.


***

 

Vit skriva í dag fyrsta sunnudag í Advent. Siti og venji “Ver vælkomið, Harrans ár”, og gleðist yvir enn eitt kirkjuár við nýggjari sálmarøð. Advent merkir koma, og fyrireikar tað, ið koma skal. Men hóast Kristindómurin vísir eina leið fram, so merkir hetta als ikki, at Kristindómurin hevur patent upp á framburð, og tvørt ímóti hava søguliga verið nógv dømi um kristnar trúarrætningar, ið als ikki vóru framskygdir, men reaktionerir og sekteriskir. 


”Prædikantar nógvir og mormonmenlar allir rópa vinur kom.”, syngja vit lystiliga í Sektus og Sekterius. Neyvan eru Kingo og Brockmann svarið í dag, men tørvur er á einari “andaligari savning”, ið hvørki er ov fundamentalistisk, eiheldur ov líkaglað. Eri fullgreiður yvir, at samfelagsbroyting í stóran mun er stýrd av “tøknimenningini”, men andin hevur framvegis týdning, tá ið kósin fyri eitt samfelag verður sett. Hóast vit kunnu máta alsamt meiri av okkara veruleika, eru framvegis stórir partar av okkara tilveru, ið mugu útfyllast av anda.


 “Stríðið um andan” avger í stóran mun, hvørja kós okkara samfeløg fáa framyvir. Trúgv tí ella ei!


  • Hæddarpunkt í vikuni: Mikukvøldið hoyru vit Carolu í Lívdini, og tað var ein sonn uppliving. Hóast 60 ára gomul, hevur hon framvegis eina framúr rødd. Hon sang alt møguligt saman við klaverleikaranum Will Oaks, m.a. klaverballaduútgávuna av Fångad av en stormvind

Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum