Posts

Showing posts with the label Andi

Tjóðarandin í Vesturheiminum er í upploysn

Image
Vesturlendski andin er gamal og slitin, og hongur fastur í fortíðar stórleika. (tilgjørd mynd) “Tjóðarandin” er eitt hugtak, ið var á móta í 19. øld - í romantisku tíðini. Hetta hugtak knýtir saman mál, mentan, virði, siðir, søgu, samleika og kollektiva minnið í ein felags “anda”, ið byggir á ein “innara anda”, men savnast sum ein “intersubjektivur andi”. (Hetta er í familju við subjektiva/objektiva andan hjá Hegel.) Tað týðandi eru tey virði, vit hava til felags sum fólk, sum tjóð. Um ikki tjóðarandin hevur eina greiða kós og ein greiðan samleika, vil tjóðin ikki hanga saman í longdini. Vesturlendska siðmenningin (sivilisatiónin) er í dag sokkin niður í eitt andaligt myrkur, hon er í eini “andaligari kreppu”. Samfeløgini hava mist sína kós og eru vorðin til ósamanhangandi meldrar, ið elva til ótespiligar kenslur sum fremmandhatur, framburðsótta og - enn verri - sjálvshatur (oikofobi). Tí stendur vesturlendska siðmenningin fyri falli. Ein siðmenning, ið ikki ynskir at seta børn í heimi...