Tvær grýlur ganga ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman (mikubloggur)
Eg gjørdist bæði illur og keddur, tá ið eg leygarmorgun sá myndirnar av brennandi ráðhúsinum í Limoges. Mítt frankofila hjarta bløðir av at síggja skilið í forfedranna landi. At fólkaræðið er í vanda, hevur leingi verið eyðsýnt, men at brenna eitt ráðhús niður er eitt beinleiðis og symbolskt álop á franska fólkaræðið. Frankaríki er vorðið eitt sera polariserað samfelag, har vinstravíðgongd og høgravíðgongd seta dagsskránna og har Emmanuel Macron forseti situr hendur í favn og lítið annað fær gjørt enn at bíða eftir forsetavaliinum í vár. “Eitt spøkilsi gongur ígjøgnum Europa; kommunismunnar spøkilsi”. Soleiðis byrjar Karl Marx Kommunistiska Manifestið. Í hesum halloween-tíðum ganga fleiri grýlur ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman, umframt fleiri aðrar líknandi harðrendar hugsjónir ílætnar sum flokkar ella áhugabólkar. Roynt hevur verið at ignorera teir, halda teir uttan fyri ávirkan, enntá at draga teir í rættin, men hvørja ferð koma teir enn máttmiklari aftur. Í Fra...