Klaksvík og Fuglafjørður - tvær ymiskar býarmenningar (mikubloggur)
![]() |
| Klaksvík. Mynd: Needpix |
Klaksvík og Fuglafjørður hava nógv til felags. Bygdirnar gjørdust báðar stórar av fiskivinnuni og høvdu sína stórleikatíð umleið samstundis. Stórur munur er tó á støddini í dag, eins og Klaksvík framvegis er miðstaður í sínum øki, ímeðan Fuglafjørður er útjaðaragjørdur, hóast hann áður var miðstaður í Eysturoynni. Útjaðaragerð merkir tíverri samstundis av-tænastugerð.
Umframt hetta - og partvíst tessvegna - hava býarmenningarnar verið sera ymiskar seinastu árini. Sera grovt kann sigast, at ímeðan Klaksvík miðvíst hevur flutt ídnaðin úr miðbýnum og givið pláss til tænastu- og vitanarvirksemi, hevur Fuglafjørður miðvíst flutt ídnað inn í býin og flutt (og mist) tænastu- og vitanarvirksemi úr býnum. Framvegis er nakað av tænastuvirksemi í Fuglafirði, men vitanarmiðdepilin er úti á Kambsdali. Sigast skal tó, at tað hóast alt er frægari at hava vitanararbeiðspláss í kommununi enn als ikki at hava vitanararbeiðspláss.
Men hvat viðvíkur sjálvum kjarnubýunum Klaksvík og Fuglafirði, er munurin ógvusligur. Í Klaksvík er ídnaðurin fluttur suður á Borðoyarvík ella langt út/norður eftir ørmunum á Vágni. Tyngsta virksemið er flutt norður í Ánirnar og á Strond. soleiðis at tað ikki ávirkar býarumhvørvið í Klaksvík. Í Fuglafirði er ídnaðarvirksemi heilt frá miðbýnum og norður (suður) á Enni. Stórar nýggjar bústaðarútstykkingar eru enntá gjørdar beint oman fyri ídnaðarøkið, umframt at nógvur stórbilaflutningur er ígjøgnum býin. Fuglafjørður má tí liva við negativum uttanvirknaðum frá ídnaðinum, og tað er ein ampi fyri íbúgvarnar. Mest sum allur býurin er beinleiðis ávirkaður av ídnaðardálking. Vilt tú sleppa undan hesum, mást tú flyta út á Dal - ella úr kommununi.
Klaksvík er hinvegin í stóran mun umbroytt frá einum ídnaðarbýi til ein tænastu- og vitanarbý. Í staðin fyri at byggja nýggj, stór virki fram við Vágni, er tyngsta virksemið flutt úr býnum, samstundis sum innastu partarnir av Vágni eru tænastugjørdir og (lutvíst) umskapaðir til blá øki. Bláu økini eru framvegis í menning, men tað týdningarmesta er, at ídnaðurin mest sum er horvin úr miðbýnum og pláss er til tænastu- og vitanarvirksemi. Ein rúgva av stásiligum tænastubygningum eru bygdir seinastu árini, eins og eldri bygningar eru umbygdir. At summir fyrrverandi framleiðslubygningar eisini kunnu umskapast til at hýsa tænastu- og vitan, er sjálvandi rætt. Týdningarmest er, at miðbýurin í Klaksvík í stóran mun er reinsaður fyri dálkandi ídnaðarvirksemi.
Eisini Fuglafjørður hevur góð blá øki - ikki minst stóra sandin, men munurin er at Klaksvík hevur ein stóran, samanhangandi tænastu- og vitanardepil heilt frá Borðoyarvík og langt út/norð eftir Vágni. Fuglafjørður hevur nakað av tænastu- og vitan miðskeiðis í býnum, men hevur eisini ídnaðin beint upp at sær. Hetta tekur tíverri sera nógv frá miðbýnum.
Tilsamans er Fuglafjørður í einari sera óhepnari býarmenning, og tað hevur eisini nakað at gera við, at kommunan er sera lítil í vavi og tískil er tvingað til at gera nógvar óhepnar feilstaðsetingar, m.a. útstykkingar beint oman fyri ídnaðarøkið. Klaksvíkar kommuna er nógv størri í vavi, og hevur tí møguleika fyri at gera frægari staðsetingar - tó at hon søguliga hevur gjørt feilstaðsetingar - m.a. íbúðirnar í Ánunum.
At ein kommuna er so lítil í vavi, at hon ikki megnar at hýsa øllum tí virksemi, ið hon ynskir, er eftir mínum tykki eitt greitt argument fyri kommunusamanlegging. Ein so lítil kommuna eigur at leggja saman fyri at fáa atgongd til meiri lendi. Taka vit Eysturkommunu, so er hon nógv størri í vavi og hevur tí eisini møguleika fyri at skipa kommununa á ein skilabetri hátt. Hon hevur eisini skilt, at vinnulív eigur at skipast í mun til dálking. Sumt vinnulív hóskar væl saman við bústøðum, ímeðan framleiðsla eigur at leggjast aðrastaðni. Dálkandi ídnaður eigur at leggjast so fjart burtur frá bústøðum sum gjørligt.
Ímeðan býarmenningin hjá Fuglafirði sær svørt út, síggi eg eina bjarta framtíð fyri býarmenningina hjá Klaksvík. Sporið er lagt fyri framhaldandi menning av einum tænastu- og vitanarsamfelagi, samstundis sum at pláss er fyri ídnaði í útjaðaranum av kommununi. Hetta er ideelt, tí komandi árini fer Klaksvík at dúva upp á bæði rávøruvinnur, framleiðsluvinnur, tænastuvinnur og vitanarvinnur. Kynstrið er at staðseta hesar vinnur skilagott, soleiðis at negativir uttanvirknaðir verða minimeraðir og positivir uttanvirknaðir maksimeraðir Kommunan eigur framhaldandi at arbeiða fyri av-ídnaðargerð av miðbýnum. Sum nevnt kann hetta eisini merkja, at framleiðslubygningar verða nýhugsaðir til at hýsa tænastu-og/ella vitanarvirksemi.
![]() |
| Prentað í tunnilsblaði hjá Norðlýsinum 24. apríl 2026 |


Comments
Post a Comment