Posts

Á námsferð til Barcelona: býin, ið troyttast av ferðafólki

Image
Illur barcelonabúgvi skjýtur við vatnbyrsu ímóti ferðafólki. Í morgin gongur leiðin til Barcelona. Eg havi verið har nakrar ferðir áður, men hesaferð verður farið við einum miðnámsflokki, og tað var ikki torført at seta eitt sera áhugavert programm saman, tí Barcelona hevur so nógv at bjóða, at tú ikki kanst annað enn verað imponeraður, um tú vitjar býin fyrstu ferð. Stórir partar av Barcelona eru sum at ganga í einum listarverki við alskyns arkitektoniskum hæddarpunktum, og harumframt er býurin av sonnum ein kulinariskur høvuðsstaður.   Men har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi. Tað merkir, at autenciteturin hvørvir og alsamt størri partur av býnum umskapast til “ferðafólkafellur” (tourist traps) eyðkend av høgum prísum, tinganestum, grab’n’go-búðum, ferðabólkum og øðrum, ið eyðkennir ferðavinnuna. Døm...

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið (mikubloggur)

Image
Politikkur sum hanadystur. Mikudagin skrivaði eg eina grein við heitinum “Vinstra, høgra, vinstra, høgra, tað er skeiva lagið” (ymiskir miðlar 23. sept.) um hvussu vinstravíðgongd og høgravíðgongd eru við til at polarisera politiska landslagið við áhaldandi at orða alsamt víðgongdari (ekstremari) meiningar. Vinstravíðgond eru sum heild meiri aktivistisk, ímeðan høgravend sum heild eru meiri reaktioner, tó at fleiri undantøk eru.  Úrslitið av hesi polarisering er, at vit fáa ein politiskan “centrifugal-mátt”, ið trýstir fólk út á ytsta vinstra og ytsta høgra, við tíðini heilt út til ræðsluhugsjónir sum kommunismu og fascismu. Trýst elvir móttrýst, og jú meiri onnur síðan førkar seg út í tað ekstrema, tess meiri vil hin síðan førka seg hin vegin. Eftir stendur miðjan og eygleiðir eina alsamt meiri kaotiska politiska skipan og eitt dvínandi fólkaræði.  Seinni sama dagin sá eg ein víðgongdan kjakara skriva soleiðis á Facebook: “ Nú harmast fólk um, at ikki øll treingja seg saman ...

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið (mikubloggur)

Image
Poul Schlüter " Ideologi er noget bras" segði Poul Schlüter statsministari á sinni. Hesi orð hava sjáldan verið sannari enn í dag, nú hugsjónir í alsamt størri mun verða settar upp ímóti hvørjum øðrum uttan stórvegis atlit til veruleikan. Undir kalda krígnum, tá ið Schlüter floygdi hesi orð, høvdu hugsjónir hóast alt eitt sterkt býtispolitisk kjølfesti, men í dag eru tær alsamt meiri konstrueraðar og veruleikafjarar. Vit hoyra javnan vinstravend ákæra høgravend og høgravend ákæra vinstravend, ofta við strámansargumentum heldur enn faktuelt grundaðum argumentum. Av hesi orsøk hava báðir partar lyndi til at førka seg burtur frá veruleikanum og leita niður í alskyns haruholur. Her eru nøkur dømi: Vinstravend ynskja at niðurbróta tjóðskaparliga samleikan og samanhangsmáttin við at skifta tjóðskaparligan stoltleika út við sjálvshatur og sjálvsatfinningar. Hinvegin reagera tey høgravendu við ógvusligari nationalismu, sjálvsgleði og sjálvshálovan.  Vinstravend ynskja at gera søguna...

Gerið upp við rúsdrekka-tvingsilin

Image
Skíggjamynd tikin av mær við Rúsfríu Barrina. Sí film . Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið. Seinastu árini hevur verið møguligt at keypa leskiligar drykkir á nógvum festivalum og stevnum, og eg skal heilsa og siga, at teir smakka sera væl.  Rúsfría Barrin er ein vognur hjá Liv Lívið, sum fer til ymisk tiltøk kring landið og bjóðar rúsfrí alternativ, soleiðis at tørvurin á at drekka alkohol verður minkaður. “Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av” , skrivar Liv Lívið á síni heimasíðu . Á nógvum tiltøkum er rúsurin ofta valdandi, og hetta er vorðið so sjálvsagt, at spurnatekin ikki verður sett við tað, men sum Liv Lívið skrivar víðari: “Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir”. ...

Er samband besta trygd fyri sjálvstýri?

Image
Nýggjasta “kortið” hjá Trump vísir Ísland sum part av USA. Men hvussu við Føroyum? Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, og hóast talan “bert” var um eina fólkaatkvøðu, vil íslendska stjórnin fylgja henni . Ísland heldur eisini fram bæði í EBS og Schengen . Men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum. Vit liva í ófriðarligum tíðum, bæði vegna russar eystanfyri og amerikanarar vestanfyri og onnur stórveldi, ið lúra handan leiktjøldini. Vit síggja enntá, at Grønland møguliga er á veg at verða uppslúkt av USA, ið gjarna vil hava ræði á øllum Norðuramerika - heilt frá Panamà til Peary Land. Ísland er heilt greitt eisini í áhugasferuni hjá USA, og nú Ísland hevur narrað Bruxelles, stendur Washington klárur við blómutyssinum . Eisini Keypmannahavn skrúvar upp fyri sjarmuna við íløgum í flogvøll og telekaðal til Grønlands. Hesin seinni verður eisini lagdur inn til Føroya á vegnum. Ursula van der Leyen kom fy...

Eldrarøkt: yrkisgerð ella sjálvboðið arbeiði?

Image
Sambært Mary Antonsdóttir er sjálvboðið arbeiði er ein lappaloysn . Eitt áhugavert kjak hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum av, at eldrasamstarvið Nánd fer í gongd við eina royndarverkætlan um sjálvboðið arbeiði á Gøtubrá. Nánd hevur fleiri áhugaverdar grundgevingar fyri hesum átaki , m.a. at tað er torført at finna arbeiðsmegi, samstundis sum talið á eldri er vaksandi. Tey gomlu  gerast harumframt eldri og tí meiri røktarkrevjandi, men hinvegin eru eisini fleiri eldri, ið eru væl fyri og kunnu hjálpa øðrum eldri. Eisini aðrir borgarar, t.d. avvarðandi, kunnu hjálpa til, eins og ung kunnu royna seg innan økið, um tey umhugsa hetta sum starvsleið. Nánd vísir eisini á, at sjálvboðið arbeiði kann styrkja sambandið millum fólk á bústovni og nærsamfelagið. Sum vera man hava fakligir áhugabólkar og ávísir politikarar mótmælt hesum átaki, ið teir síggja sum eitt álop á ymisk vælferðaryrki. Sjálvboðið arbeiði ger, sum vera man, beinleiðis inntriv í økið hjá Heilsuhjálparafelagnum, men e...

Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni

Image
Í Glyvra prestagjaldi kunnu tey gleða seg til eina nýmótans kirkju við øllum hentleikum.  Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er?  Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum.  Síðani eru nógvar kirkjur, ið eru 50-100 ára gamlar og 100-150 ára gamlar. Og so eru tað tær, ið eru eldri enn 150 ár, m.a. gomlu føroysku trækirkjurnar. Onkrar kirkjur eru umvældar, summar so mikið, at tær kunnu fungera sum nýmótans kirkjur, aðrar hava fingið kirkjuhús við síðunar av. Men nógvar kirkjur eru framvegis tær somu sum tær hava verið frá tí at tær vórðu bygdar. Tær vóru...