Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni
Í Glyvra prestagjaldi kunnu tey gleða seg til eina nýmótans kirkju við øllum hentleikum. Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er? Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum. Síðani eru nógvar kirkjur, ið eru 50-100 ára gamlar og 100-150 ára gamlar. Og so eru tað tær, ið eru eldri enn 150 ár, m.a. gomlu føroysku trækirkjurnar. Onkrar kirkjur eru umvældar, summar so mikið, at tær kunnu fungera sum nýmótans kirkjur, aðrar hava fingið kirkjuhús við síðunar av. Men nógvar kirkjur eru framvegis tær somu sum tær hava verið frá tí at tær vórðu bygdar. Tær vóru...