Vælferðarstaturin er vorðin eitt pyramiduspæl

Aksel V. Johannesen (Gen. X) var millum røðararnar á bókamessuni farna vikuskifti.

Var í vikuskiftinum til bókaframløgu í Norðurlandahúsinum, har Javnaðarflokkurin legði stásiligu bókina “Reyði tráðurin - Javnaðarflokkurin 100 ár” fram. Ognaði mær sjálvandi bókina, tí føroysk politisk søga er eitt av mínum yndisevnum, og bókin hýsur nógvar góðar høvundar.

Javnaðarflokkurin hevur staðið sum høvuðsfortalari fyri at menna ein føroyskan vælferðarstat eftir norðurlendskari fyrimynd seinastu øldina. Ikki bert Norðurlond, men stórir partar av Europa hava síðani seinna heimskríggj ment sterkar - og dýrar! - vælferðarstatir, antin teir eru fíggjaðir gjøgnum almennar kassar ella arbeiðsmarknaðargrunnar. Vælferðarstatirnir vórðu bygdir upp, tá ið búskaparvøksturin var stórur og fólkatalspyramidan ung. 

Men nú eru “pyramiduspælini” kring Europa komin at enda, tó at støðan er verri í nøkrum londum enn øðrum. Vælferðarstaturin merkir, at arbeiðandi aldursbólkarnir skulu stuðla børnum, ungum og eldri - umframt teimum um miðjan aldur, ið onkursvegna ikki megna at arbeiða. Fleiri orsøkir eru til, at tað er vorðið trupult at fáa “pyramiduspælið” at ganga upp.

Demografiskar broytingar gera sítt. Lutfalsliga fleiri eldri og lutfalsliga færri yngri merkja, at tað er torført at “rekruttera” nýggjar leikarar, samstundis sum sonevnda “eldrabyrðan” verður størri. Ein loysn er at fáa tilflytarar til landið, men tað elvir til aðrar trupulleikar.

Høga skattatrýstið er við til at leggja trýst á produktivitetin í samfeløgunum. Ov fá eru á arbeiðsmarknaðinum, ímeðan ein verður knokkroyttur, um man arbeiðir. Demografiska skeiklingin ger harumframt, at alsamt størri partur fer til at fíggja pensjónsskipanir, eldraøkið v.m., soleiðis at minni er til at halda vegakervi, stovnar o.a. viðlíka. At alsamt meiri verður brúkt upp á hernaðarmál í nógvum londum, ger ikki støðuna betri.    

Í fleiri europeiskum londum síggja vit í hesum tíðum mikla øsing um, at vælferðin verður skerd. Millum annað hava fronsk lesandi mótmælt ringu korini innan útbúgvingarskipanina, og í Spania mótmæla tey vantandi møguleikan at finna hóskandi bústaðir. Eisini í fleiri øðrum londum er órógv millum tey ungu - “Generatión Z”. Men sparingarnar raka ikki bara tey ungu, men fólk í øllum aldri, ið nú hótta við at venda sær burtur frá etableraðu flokkunum og í staðin seta kross við onkran populistiskan flokk. 

Ringast er støðan tó fyri yngru ættarliðini, ið verða hótt av bæði vitlíkiskreppu, veðurlagskreppu, bústaðarkreppu, kostnaðarkreppu, orkukreppu, tilflytingarkreppu, arbeiðsmarknaðarkreppu, útbúgvingarkreppu - og alskyns samleika- og sálarkreppum oman á. At kríggj allatíðina lúra handan leiktjøldini, ger ikki støðuna betri. 

Tey ungu standa nú og verða kroyst inn í “pyramiduspælið”, ið hevur tænt undanfarnu ættarliðunum so væl, men sum nú ikki longur gongur upp. Vælferðarstaturin verður nú spakuliga niðurlagaður, uttan at prísurin (m.a. skatturin) lækkar samsvarandi. Í síðsta enda snýr hetta seg um, at produktiviteturin og búskaparvøksturin í Europa ikki megna at fylgja við, og at europearar snøgt sagt verða lutfalsliga fátækari í mun til aðrar heimspartar. Tað er torført at góðtaka hjá yngri ættarliðum, at tey verða nógv verri fyri enn undanfarin ættarlið. 

Eg skilji væl, at ung kring Europa øsa seg í hesum tíðum. Trupulleikin er bara, at destruktivur atburður og offurmentalitetur ikki skapar nakran vøkstur. Vil Europa aftur vaksa, er neyðugt, at ungfólk hava árræði og trúgva upp á framtíðina. Men í løtuni sær svart út fyri framtíðina hjá Europa, tí døkkar hugsjónir fylla sinnini hjá nógvum ungum.

Føroyar hava enn sum er frægari fortreytir enn nógv onnur lond, millum annað tí at vit hava so høga arbeiðsmarknaðarluttøku, eins og at vit fáa túsundtals útlendingar inn at arbeiða fyri okkum. Men eisini føroyski vælferðarstaturin skinklar í kongunum, tó at blokkstuðulin er ein ávísur buffari.

Vælferðarstaturin er vorðin eitt pyramiduspæl. Men eins og við “lokaupphæddini” hjá Lærarafelagnum hevur talan helst frá byrjan verið um eitt dult pyramiduspæl, ið bygdi á “solidaritet millum ættarliðini”. Vit mugu ásanna, at hesin solidaritetur er viknaður nógv, og hyggja vit eftir Europa, síggja vit at ættarliðini nú beinleiðis liggja í striði við hvørt annað. “Boomer” hevur leingi verið eitt skeldsorð, og tað verða “Gen. X” og “Millennials” (og “Xennials” sum eg) helst eisini, sum frá líður.

Ivaleyst hevur Javnaðarflokkurin eina høvuðsábyrgd í at av-pyramidugera vælferðarstatin, soleiðis at hann verður meiri burðardyggur og framtíðartryggjaður. Hetta merkir tó eina tillaging frá klassiskum sosialdemokratii til sosialliberalismu, har ábyrgd einstaklingsins er í miðdepli. Reyði tráðurin má flættast saman við tann bláa.


  • Hæddarpunkt í vikuni: Hugdu eftir leikinum Vampýrella í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudag seinnapart. Tórshavnar manskór hevði ein lítlan leiklut í leikinum, tí vit sungu “spøkilsiskórið” playback. Í framførsluni mimaðu Aldubáru-tónleikararnir tó, sum um at teir sungu, og hendan illusión riggaði stak væl.

Comments

  1. Vit spara upp til egna eftirløn og gjalda til verandi pensjónistar og skyldan til tænastumenn er 4,5 milliardir sum vit eisini gjalda og so er ein milliard í einum pensjónsveðhaldið sum verður effektivt skjótt. So ikki so løgið at tey ungu ikki hava ráð at búseta seg

    ReplyDelete

Post a Comment

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum