Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi” (mikubloggur)
Ein av stóru trupulleikunum í kjakinum um tilflytarar er, at føroyingar hava lyndi at síggja niður á hesi fólk. Tey verða ikki møtt við tí viðurkenning, tey hava uppiborið. Her hugsi eg ikki um rasismu og slíkt, men um ta líkasælu, ið nógvir tilflytarar verða møttir við í Føroyum. Stundum síggjast meiningar sum, at “talan er bara um fremmandaarbeiðarar ið koma higar at gera eitt arbeiði, og fara so avstað aftur” , fylgt av, at “eingin orsøk er til at integrera teir, tá teir ikki verða verandi” og “tey eru tí bara tíðaravmarkað her. Hví skulu vit so brúka pengar uppá at integrera teir, áðrenn teir fara heim aftur?” Hesar fatanir hava lyndi til at redusera hesi menniskju til arbeiðsmegi, tvs. ein framleiðslufaktor (labour á enskum), ið saman við rávørum, framleiðslutólum v.m. skulu fáa “føroysku framleiðslumaskinuna” at koyra. Tá ið tørvur ikki er á arbeiðsmegini longur, verður hon send av landinum aftur. Ein “brug og smid væk” -hugburður mótvegis menniskjum. Tilflytar...