Posts

Tíggju best umtóktu bloggarnir heystið 2025

Image
Bloggurin um Sólvit er mest lisni bloggurin Síðani Ólavsøku havi eg skrivað eina politiska viðmerking hvønn sunnumorgun, og fólk hava tikið væl undir við teimum. Eg hugdi eftir, hvussu nógv ymisku bloggarnir hava verið lisnir, og hetta er topp 10: Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum ALS er partur av samlaða skattatrýstinum Kunnu nossa-nuggets gera hvítanýru til fólkaogn? Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja Liljan Weihe og Beinta Løwe sum Løgtingsins verjar Miseydnaða landsstýrisævintýrið hjá Jóhan Christiansen Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina? Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur? Sambandsflokkurin dragnar undir Bárði Nielsen Sámal Sunnudag heldur fram í nýggja árinum, so liggið framvið hvønn sunnumorgun. Framhaldandi góðan lesihug.  Sámal Matras Kristiansen

Fólkaflokkurin: landsflokkur, mansflokkur og ungdómsflokkur (eykabloggur)

Image
Beinir Johannesen hevur ein løgmann í búkinum. Mynd: Vágaportalurin Nýggjasta veljarakanningin hjá KVF er sera áhugaverd. Eitt er, at Fólkaflokkurin fær næstan 36% av atkvøðunum og tekur veljarar frá øllum øðrum flokkum, eisini teimum vinstravendu. Hesi tøl liggja ikki úti, men Fólkaflokkurin tekur lutfalsliga mest frá smáu flokkunum Miðflokkinum, Sjálvstýri og Framsókn, men tekur eisini heilt nógv frá hinum stóru flokkunum, enntá andstøðufelagnum Sambandsflokkinum. Tað mesta, ið Sambandsflokkurin dregur inn í bakborði frá Javnaðarflokkinum missir hann í stýriborði til Fólkaflokkin.  Lutfalsliga er størsta tilgongdin tó frá Miðflokkinum, og tað hevur uttan iva at gera við, at Bill Justinussen hevur skift flokk, og dregur veljarar við sær. Hinvegin tykist sum Miðflokkurin fær eitt sindur frá Sambandsflokkinum, allarhelst atkvøður hjá Sámali Hanna Lognberg. Men harumframt er størsta tilgongdin hjá Fólkaflokkinum frá fyrstuferðveljarum. Her er eisini áhugavert at kaga í talvuna frá ...

Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?

Image
  Sámal Petur í Grund er sjálvstýrisformaður, men hevur eisini stillað upp fyri Framsókn Sjálvstýri - áður: Sjálvstýrisflokkurin - hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin - Radikalt Sjálvstýri - tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson , ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá "móðurflokkinum".  Sjálvstýrisflokkurin stóð eftir sum ein “moderatur” flokkur bæði í sjálvstýrismálum og vinnumálum, og hann fór enntá nøkur ár í valsamgongu við Javnaðarflokkin. Hann gjørdist eisini heitur fortalari fyri nýggju heimastýrislógini - saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum. Hendan linjan hj...

Nei, rúsur er ikki frælsi!

Image
Tá gleðilig jól gerast keðilig jól. Mynd: Pixabay/azmeyart-design Hjá nógvum eru jólini vorðin ein undanførsla fyri at rúsa seg. Spiritus fyllir meiri enn spiritualitetur. Tað byrjar við J-degnum, har bryggjaríini koma við ársins jólabryggi - ofta við góðum “happy hour”-tilboðum, ið skulu framskunda og økja um rúsin. Síðani byrja jólaborðhaldini, ið nærum kappast um at vera vátlig. Jú hægri promilla, tess betri. Og sjálvt tá ið jólini koma, eru fólk framvegis tyst. Øl, vín og brennivín kemur á borðið nógvastaðni, bæði jólaaftan, jóladag - og serliga annan jóladag, ið søguliga er stóra dansikvøldið í nógvum bygdum.   Men rúsurin er ein misskiltur hugni. Hóast tey flestu hava stuttleika av hesum, elvir rúsdrekka - og onnur rúsevni - til stórar sosialar trupulleikar. Onkur missir arbeiðið , onkur missir koyrikortið, onkur missir hjúnabandið, ja onkur missir hús og heim. Rúsurin er onkursvegna ein flýggjan undan trupulleikunum í gerandisdegnum, men heldur enn at loysa trupulleikar...

Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina?

Image
Jenis av Rana hevur sitið á Tingi síðani 1994. Mynd: Wikimedia Commons Miðflokkurin hevur verið fast inventar á Tinghúsvegi 1 síðani flokkurin á fyrsta sinni kom á Ting í 1994 - í ringastu krepputíðum. Flokkurin var tá eitt slag av mótmælisflokki: ein kristiligur flokkur við einum sosialum profili - eitt slag av kristnum sosialdemokratii. Upp gjøgnum 90’ini vóru bæði Miðflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin umboðaðir á Løgtingi, men Kristiligi Fólkaflokkurin minkaði javnt og samt, til at partar av flokkinum fóru upp í aftur Fólkaflokkin, haðani hann upprunaliga spratt - tá undir navninum Framburðsflokkurin. Seinastu árini hevði hann hábærisliga navnið Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur ella KrFFFF. Flokkurin snávaði í 1998 og stillaði ikki uppaftur - tó at hann hevði ein býráðslim í Klaksvíkar kommunu fram til 2004. Miðflokkurin hevur í síni livitíð svingað frá 4,1% av atkvøðunum í 1998 upp í 8,5% av atkvøðunum í 2008. Í 2008 hepnaðist honum at fáa heil...

Liljan Weihe og Beinta Løwe sum Løgtingsins verjar

Image
Liljan Weihe á Løgtingsins røðarapalli. Mynd: Vágaportalurin Nú landssstýrið varð umskipað, forsømdi leiðslan í Tjóðveldi at fáa Liljuna Weihe úr Løgtinginum, hetta fyri at geva pláss fyri Eiriki í Jákupsstovu í Landsstýrinum. Tískil hevur Tjóðveldi nú ein stóran trupulleika í Løgtinginum: eina tingkvinnu, ið ikki bara ger sum tað verður sagt. Floksleiðslan kann tó fegnast um, at uppaftur meiri óstýrligi Erling Eidesgaard er uttan fyri. Liljan Weihe hevur seinastu tíðina úttalað seg sera harðliga við rættiliga kreativum (og lítið tjóðskaparsinnaðum) yvirskriftum sum Democracy Dies in Darkness og Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan . Niðurlagið í skrivingin hjá Liljuni er, at Løgtingið og harvið fólkaræðið er fyri ágangi í Føroyum. Hóast Løgtingið verður trýst í fleiri ymiskum málum, er aktuella dømið Suðuroyartunnilin helst tað mest átrokandi.  Liljan skrivar soleiðis í Democracy Dies-greinini: “Málið um Suðuroyartunnilin er eitt dømi um, at avgerðir verða tiknar í tí dulda. Í einum al...

Landsstýrisfólk sum innskiftarar hjá Løgtinginum (eykabloggur)

Image
Súsanna Bertholdsen á Løgtingsins røðarapalli.  Í morgun varð Súsanna Bertholdsen er vorðin “skift inn” fyri Djóna Nolsøe Joensen, hetta fyri at “skora” mál fyri samgonguna í fosturtøkumálinum. Hetta eftir bert ein dag í nýggja landsstýrissessinum. Súsanna Bertholdsen skal skjóta bóltin í málið fyri Javnaðarflokkin, nú Djóni ikki vildi levera. Hetta er tó ikki nakað eindømi, tí júst tað sama hendi fyri fýra árum, síðani, tá ið táverandi landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur vórðu “skift inn” fyri Brand Sandoy og Anniku Olsen í málinum um sammøður.  Bæði málini vóru sonevnd “etisk mál”, men tað er ikki boðskapurin við hesi grein.  Boðskapurin er, at Landsstýrið verður brúkt sum innskiftarabonkur hjá Løgtinginum. Tað er í sjálvum sær ein trupulleiki, at útinnandi valdið ger seg inn á lóggevandi valdið. Hetta avdúkar ein týðandi veikleika í okkara stýrisskipan, har Løgmaður sum ein dukkuførari kann gera inntriv í Løgtingið.  Í farna...