Posts

Felags kommunuskattur gevur jøvn kor kring landið

Image
Mynd: RosZie/Pixabay. Samfelagsliga tímaglasið. Búskaparráðið hevði í farnu viku eina framløgu um kommunal fíggjarviðurskifti, við serligum denti á fíggingina av eldraøkinum. Fleiri kommunur, ið longu nú eru sperdar, hava illa ráð til neyðugu íløgurnar í eldraøkið, fyri ikki at tosa um raksturin av málsøkinum. Samfelagsliga tímaglasið verður alsamt meiri skeiklað, serliga í útjaðarkommununum.   Tíverri er tað í stóran mun soleiðis, at eldraøkið er fíggjað á ein hátt, ið ger summar kommunur betri fyri og aðrar verri. Tað er ein innbygd skeiklan í tí partinum av kommunufíggingini, ið verður flutt frá landinum. Hetta átti í sjálvum sær at verið rættað til eina flyting í mun til eldri borgarar í hvørji einstøku kommunu. Við einum felags kommunuskatti, hevði hetta verið einfalt at framt.  Harumframt eru kommunuskattaskipanin beinleiðis órættvís. Sum tað fyrsta er kommunuskatturin proportionalur (sama prosent fyri øll), meðan landsskatturin er progressivur (prosentið hækkar við...

Ímeðan fólkaræðið skrædnar sundur

Image
Úlvur í seyðaskinni. Mynd: Sarah Richter / Pixabay Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan.  Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin. Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlond...

Bústaðir og ferðavinna eiga at skiljast sundur

Image
Í vikuni frættist, at Tórshavnar kommuna hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum - sambært týska hagtalssíðuni Statista. (Havnin flestar Airbnb-búeindir í Norðurlondum) Tølini vísa væl at merkja “Tórshavn + proxies”, tvs. Tórshavn og grannabygdir. Hvat hetta merkir er ógreitt. Undir øllum umstøðum liggur Havnin+ ájavnt við Reykjavíkar kommunu hvat viðvíkur Airbnb-leigumál fyri íbúgva.  Airbnb er sjálvandi ikki einasta fyritøka, ið samskipar útleigu, men hetta er hin størsta og hetta sigur nógv um hvussu útbreidd stutttíðarleiga er í ymiskum býum.  Trupulleikin við stuttíðarleigu er, at alsamt fleiri fastbúgvandi føroyingar verða tveittir út úr sínum bústøðum, tí tað loysir seg betri at leiga út til múgvandi ferðafólk ella “fasttrakkarar”. Hetta er bæði við til at skapa bústaðatrot, men trýstir samstundis prísirnar upp. Umframt hetta kann nevnast, at heilir býlingar og bygdir verða hálvgum tømdir fyri fastbúgvandi fólk, soleiðis at nærsamf...

Nýskipan av almenna geiranum má fevna um kommunusamanlegging

Image
Ein nýggj nevnd er sett at koma við leypandi tilmælum um nýskipan av almenna geiranum. Ben Arabo er valdur sum formaður, og hann lovar, at nevndin ikki skal gerast ein súltikrukka, men verður skjóttarbeiðandi. Vónandi verður hon tað, men meiri umráðandi er tó, at nevndin ger eitt gott arbeiði  Spennandi verður at síggja hvat hetta fer at merkja, men samanleggi ng av ráðum, stovnum og kommunum verður ivaleyst millum tilmælini, vit fara at síggja. Vit hava í dag heili 9 aðalráð, og tað er í sær sjálvum eitt upplagt stað at spara. Hví skulu vit hava 9 aðalstjórar og 9 landsstýrisfólk í einum so lítlum landi? Eisini eru fleiri stýri og stovnar, ið kunnu leggjast saman, soleiðis at til ber at spara stjóralønir. Tað gevur meining at brúka fleiri pengar upp á borgaravendan rakstur og minni upp á leiðslu í tann mun tað ber til. Sannlíkt fer at raka smáar stovnar, ið verða lagdir undir størri stovnar. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, men skal heldur síggjast sum ein longri tilgongd...

Føroyingar venda blinda eygað til kríggj og katastrofur

Image
Eg havi eina lítla standmynd við trimum apum standandi á køksborðinum. Hesa keypti eg sum tinganest í Katmandu í Nepal í fjør. Hetta er eitt av mínum yndis motivum. Upprunliga nevnist hetta motivið “San’en” (Tríggjar vísar apur), og eru eitt myndarligt maksim úr Japan, ið ber boðskapin “sí einki ilt, hoyr einki ilt, sig einki ilt”, tvs. eitt slag av lívsvísdómi úr buddhistiskari siðvenju. Tær tríggjar apurnar eita Kikazaru (hoyrir einki), Iwazaru (sigur einki) og Mizaru (sær einki).  Í Japan er boðskapurin at sleppa undan óndum tankum og gerðum, men í Vesturheiminum er boðskapurin nærum øvutur og nærum sum at venda blinda eygað til. Tær tríggjar apurnar symbolisera sostatt bæði, at man vil verja seg ímóti øllum illum, men samstundis, at man ikki vil síggja tað ónda. Standmyndin fekk meg í morgun at hugsa um samstarvið millum Føroyar og Russland - og fyri tann skyld við fleiri onnur ivasom lond. Av búskaparligum ávum vilja nógvir føroyingar helst ikki síggja tað ringa, ið Russland g...

Javnaðarfólk á hugsjónarferð til Leipzig

Image
11. August er føðingardagur Petur Mohr Dams, og í hesum sambandi hevði Virgar Dalsgaard, nestor og íbirtari hjá Javnaðarflokkinum skipað fyri eini námsferð til Leipzig, ið kann sigast at vera føðistaðið hjá sosialdemokratisku rørsluni.  Sum ein hin síðsti eftirverandi “klassiski” javnaðarmaðurin hevur Virgar mangan harmast um høgrasnaringina hjá Javnaðarflokkinum á vælferðarøkinum og loysingarsnaringina í seinastuni. Javnaðarflokkurin fyllir 100 ár 25. september í ár, og flokkurin er sum vera man nógv broyttur síðani stóra hetjan hjá Virgari ráddi fyri borgum í flokkinum. Nevnast má eisini, at Virgar fyrraárið skrivaði eina ævisøgu um Petur Mohr Dam, ið eg sjálvur ummældi bæði skrivliga og í Vágskálini í Kringvarpinum. Tí hevði hann skipað fyri einar námsferð ella kveikingarferð til Leipzig, har Ferdinand Lasalle í 1863 stovnaði fyrsta socialdemokratiska flokk, ADAV (Allgemeiner Deutscher Arbeiter-Verein) sum seinni legði saman og gjørdist til SPD (Sozialdemokratische Partei Deutsc...

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Image
Tjóðveldi hevur sum flokkur ilt í samleikanum. Undantikið sjálvt fullveldisstríðið, hevur hesin flokkur meiningar í allar ættir. Eitt aktuelt dømi er russlandspolitikkurin, har flokkurin er tvíbýttur.  Í vikuni skrivað Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi og limur í aðalstjórn floksins, lesarabræv, har hon segði, at “Um vit velja at enda eitt samstarv ella um vit velja at gera fleiri revsitiltøk, skal tað vera tí at vit meta, at tað er rætt fyri okkara tjóð.” Hon raðfestir føroyskt sjálvsøkni fram um samhuga við Ukraina. Hon óttast at vit meiri enn at revsa russar revsa okkum sjálvi við at liva upp til høgu idealini hjá “moralsku reiðmonnunum”, ið tala til ringu samvitskuna hjá føroyingum.  Sigrid staðfestir víðari, at um vit kuta sambandið við Russland, er ikki víst at vit fáa nakran annan ágóða afturfyri: “So kaldur og kyniskur sum handils- og uttanríkispolitikkur er, so skulu vit ikki halda, at grannar okkara taka um endan og kompensera fyri missin....