Javnaðarfólk á hugsjónarferð til Leipzig

11. August er føðingardagur Petur Mohr Dams, og í hesum sambandi hevði Virgar Dalsgaard, nestor og íbirtari hjá Javnaðarflokkinum skipað fyri eini námsferð til Leipzig, ið kann sigast at vera føðistaðið hjá sosialdemokratisku rørsluni. 


Sum ein hin síðsti eftirverandi “klassiski” javnaðarmaðurin hevur Virgar mangan harmast um høgrasnaringina hjá Javnaðarflokkinum á vælferðarøkinum og loysingarsnaringina í seinastuni. Javnaðarflokkurin fyllir 100 ár 25. september í ár, og flokkurin er sum vera man nógv broyttur síðani stóra hetjan hjá Virgari ráddi fyri borgum í flokkinum. Nevnast má eisini, at Virgar fyrraárið skrivaði eina ævisøgu um Petur Mohr Dam, ið eg sjálvur ummældi bæði skrivliga og í Vágskálini í Kringvarpinum.


Tí hevði hann skipað fyri einar námsferð ella kveikingarferð til Leipzig, har Ferdinand Lasalle í 1863 stovnaði fyrsta socialdemokratiska flokk, ADAV (Allgemeiner Deutscher Arbeiter-Verein) sum seinni legði saman og gjørdist til SPD (Sozialdemokratische Partei Deutschlands), ið framvegis er til. Danski flokkurin varð stovnaður í 1871, men føroyski avleggarin ikki fyrr enn í 1925. 


Virgar leggur eina við, at bert sosialdemokratar og eingir marxistar vóru við á túrinum. Lasalle livdi frá 1825 til 1864, tá hann doyði í einari skotduell um eina kvinnu. Karl Marx livdi hinvegin nakað longri, frá 1818 til 1881. Summi halda, at um Lasalle hevði livað tvey áratíggju afturat, hevði sonevnda “Lassalisman” helst vunnið á “Marxismuni”, ið seinni kom at elva til so miklar vanlukkur kring heimin. 


Lassalisma nevnist eisini reformistisk sosialisma, meðan Marxisma er ein revolutioner hugsjón. Lassalisma er sostatt spírin til sosialdemokratisku rørsluna, ið fekk fastatøkur kring stóran part av Vestureuropa, meðan marxistiskt íbirtar hugsjónir fingu fastatøkur eystanfyri. Lasalle talaði fyri, at staturin skuldi hava ein sterkan leiklut í at fremja sosialar broytingar og betra um korini hjá verkafólkum. Almennur atkvøðurættur fór at gera arbeiðararnar førar fyri at menna ein stat fyri fólkið, sum skuldi eiga og stýra týðandi vinnugreinar. Hetta var í andsøgn við Karl Marx og Friedrich Engels, sum mæltu til altjóða verkastættaruppreistur og sóu statin sum eitt amboð til at fremja revolutiónina.


Við sær á kveikingarferð hevði Virgar ein heilan buss við javnaðarfólkum og javnaðarsamhugaðum, og sjálvandi var løgmaður Aksel V. Johannesen eisini millum tey 55 á javnaðarferð.


Samstundis sum Javnaðarflokkurin nú er á veg um tey hundrað árini og sjálv hugsjónin er farin um tey hálvthundrað, er Javnaðarflokkurin í einum aldudali í veljarakanningunum. Flokkurin fekk eitt kanónval í 2022 - heilar 9 tinglimir - tí hann lovaði gull og grønar skógir. Slagorð sum “Vit vilja gera gerandisdagin lættari”, “Vit vilja stytta arbeiðsvikuna” og “Vanligi løntakarin skal ikki stúra fyri næstu rokningini” fingi nógvar veljarar at bíta á, men tað vísti seg sum vera man bert at vera valagn. Nú hetta er avdúkað, stendur flokkurin nú til at fáa einans 5 tinglimir. Úr rúgvuni av málum, ið flokkurin ikki hevur rokkið eru stytri arbeiðsvika, hægri penjónsaldur, bíligari gerandisvørur, bíligari bústaðir, løn undir útbúgving o.a. Javnaðarflokkurin ger einki rætt í hesum tíðum.


Tí er sanniliga neyðugt hjá javnaðarfólkum at fáa eina innspræning av C-vitaminum, og til tess er ein túrur til sosialdemokratisku vøgguna Leipzig við hvassasta hugsjónarliga innpískaranum helst ein góð roynd. Um vit fara at síggja nakað til hetta í verki er tó ivasamt. Lítið sær út til at rigga hjá Javnaðarflokkinum í løtuni, og løgmaður tykist ráðaleysur. 






Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja