Posts

Showing posts from January, 2026

Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv! (eykabloggur)

Image
Jóannes Patursson í siðbundnum hami. Mynd. Wikimedia Commons Hugleiðingar gamlaárskvøld 2025 “Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv!” Soleiðis byrjar Jóannes Patursson triðja og seinasta ørindi í sálminum Boðar tú til allar tjóðir , og heldur hann fram: “at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av;”. Hetta skal alt “tryggja føroyingunum her at byggja.” Hetta er sjálvandi skrivað í eini heilt aðrari tíð - í 1905, tá ið Føroyar framvegis vóru sera merktar av siðbundnum, kristnum siðaarvi og undir ávirkan av eini spírandi tjóðskaparkenslu. Hetta var ein tíð, tá ið siðir, kristin virði og tjóðskapur so at siga vóru ein “tríeind”; ein tíð, tá ið samfelagið hevði ein greiðan rætning, tá ið tað mesta gekk upp í eina hægri eind, tá ið framburður var eitt felags mál. Umframt Jóannes Patursson bygdu Jákup Dahl, Mikkjal á Ryggi, Símun Mikal Zachariasen, Hans Andrias Djurhuus, Jógvan Waagstein, Victor Danielsen v.fl. síni mentanaravrik á hesa tríeind. A...