Posts

Showing posts from December, 2025

Liljan Weihe og Beinta Løwe sum Løgtingsins verjar

Image
Liljan Weihe á Løgtingsins røðarapalli. Mynd: Vágaportalurin Nú landssstýrið varð umskipað, forsømdi leiðslan í Tjóðveldi at fáa Liljuna Weihe úr Løgtinginum, hetta fyri at geva pláss fyri Eiriki í Jákupsstovu í Landsstýrinum. Tískil hevur Tjóðveldi nú ein stóran trupulleika í Løgtinginum: eina tingkvinnu, ið ikki bara ger sum tað verður sagt. Floksleiðslan kann tó fegnast um, at uppaftur meiri óstýrligi Erling Eidesgaard er uttan fyri. Liljan Weihe hevur seinastu tíðina úttalað seg sera harðliga við rættiliga kreativum (og lítið tjóðskaparsinnaðum) yvirskriftum sum Democracy Dies in Darkness og Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan . Niðurlagið í skrivingin hjá Liljuni er, at Løgtingið og harvið fólkaræðið er fyri ágangi í Føroyum. Hóast Løgtingið verður trýst í fleiri ymiskum málum, er aktuella dømið Suðuroyartunnilin helst tað mest átrokandi.  Liljan skrivar soleiðis í Democracy Dies-greinini: “Málið um Suðuroyartunnilin er eitt dømi um, at avgerðir verða tiknar í tí dulda. Í einum al...

Landsstýrisfólk sum innskiftarar hjá Løgtinginum (eykabloggur)

Image
Súsanna Bertholdsen á Løgtingsins røðarapalli.  Í morgun varð Súsanna Bertholdsen er vorðin “skift inn” fyri Djóna Nolsøe Joensen, hetta fyri at “skora” mál fyri samgonguna í fosturtøkumálinum. Hetta eftir bert ein dag í nýggja landsstýrissessinum. Súsanna Bertholdsen skal skjóta bóltin í málið fyri Javnaðarflokkin, nú Djóni ikki vildi levera. Hetta er tó ikki nakað eindømi, tí júst tað sama hendi fyri fýra árum, síðani, tá ið táverandi landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur vórðu “skift inn” fyri Brand Sandoy og Anniku Olsen í málinum um sammøður.  Bæði málini vóru sonevnd “etisk mál”, men tað er ikki boðskapurin við hesi grein.  Boðskapurin er, at Landsstýrið verður brúkt sum innskiftarabonkur hjá Løgtinginum. Tað er í sjálvum sær ein trupulleiki, at útinnandi valdið ger seg inn á lóggevandi valdið. Hetta avdúkar ein týðandi veikleika í okkara stýrisskipan, har Løgmaður sum ein dukkuførari kann gera inntriv í Løgtingið.  Í farna...