ALS er partur av samlaða skattatrýstinum
Mynd: Freepik “Landsstýrið skal halda fingrarnar langt burturi frá Arbeiðsloysisskipanini. Tað er enntá ásett í lógini fyri ALS.” Soleiðis verður formaðurin í stýrinum fyri ALS, Alfred Petersen endurgivin. Hann hevur biðið landsstýrið um at strika ALS av uppskotinum til fíggjarlógarlóg fyri næsta ár. Tað stendur svart upp á hvítt í §2A í ALS-lógini, at "inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina" . Fakfelagssamstarvið hevur síðani verið úti og stuðlað stýrisformanninum. ALS verður mangan umtalað sum nakað heilt serligt, sum ein sólskinssøga um at ein vælferðarskipan kann skipast við armslongdar-frástøðu frá løgtingi og landsstýri. Máliskan “halda fingrarnar frá” er annar ikki nýggj í ALS-høpi. Heilt afturi í 1999 var hendan yvirskrift at síggja: “Fakfeløg ávara: “Fingrarnar vekk frá milliónunum hjá ALS”. Og í 2006 var aftur galið. Tá hevði Løgtingið ítøkiligar ætlanir um at taka ALS frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. ALS hevur mesta part...