Posts

Showing posts from September, 2025

Felags kommunuskattur gevur jøvn kor kring landið

Image
Mynd: RosZie/Pixabay. Samfelagsliga tímaglasið. Búskaparráðið hevði í farnu viku eina framløgu um kommunal fíggjarviðurskifti, við serligum denti á fíggingina av eldraøkinum. Fleiri kommunur, ið longu nú eru sperdar, hava illa ráð til neyðugu íløgurnar í eldraøkið, fyri ikki at tosa um raksturin av málsøkinum. Samfelagsliga tímaglasið verður alsamt meiri skeiklað, serliga í útjaðarkommununum.   Tíverri er tað í stóran mun soleiðis, at eldraøkið er fíggjað á ein hátt, ið ger summar kommunur betri fyri og aðrar verri. Tað er ein innbygd skeiklan í tí partinum av kommunufíggingini, ið verður flutt frá landinum. Hetta átti í sjálvum sær at verið rættað til eina flyting í mun til eldri borgarar í hvørji einstøku kommunu. Við einum felags kommunuskatti, hevði hetta verið einfalt at framt.  Harumframt eru kommunuskattaskipanin beinleiðis órættvís. Sum tað fyrsta er kommunuskatturin proportionalur (sama prosent fyri øll), meðan landsskatturin er progressivur (prosentið hækkar við...

Ímeðan fólkaræðið skrædnar sundur

Image
Úlvur í seyðaskinni. Mynd: Sarah Richter / Pixabay Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan.  Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin. Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlond...

Bústaðir og ferðavinna eiga at skiljast sundur

Image
Í vikuni frættist, at Tórshavnar kommuna hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í øllum Norðurlondum - sambært týska hagtalssíðuni Statista. (Havnin flestar Airbnb-búeindir í Norðurlondum) Tølini vísa væl at merkja “Tórshavn + proxies”, tvs. Tórshavn og grannabygdir. Hvat hetta merkir er ógreitt. Undir øllum umstøðum liggur Havnin+ ájavnt við Reykjavíkar kommunu hvat viðvíkur Airbnb-leigumál fyri íbúgva.  Airbnb er sjálvandi ikki einasta fyritøka, ið samskipar útleigu, men hetta er hin størsta og hetta sigur nógv um hvussu útbreidd stutttíðarleiga er í ymiskum býum.  Trupulleikin við stuttíðarleigu er, at alsamt fleiri fastbúgvandi føroyingar verða tveittir út úr sínum bústøðum, tí tað loysir seg betri at leiga út til múgvandi ferðafólk ella “fasttrakkarar”. Hetta er bæði við til at skapa bústaðatrot, men trýstir samstundis prísirnar upp. Umframt hetta kann nevnast, at heilir býlingar og bygdir verða hálvgum tømdir fyri fastbúgvandi fólk, soleiðis at nærsamf...

Nýskipan av almenna geiranum má fevna um kommunusamanlegging

Image
Ein nýggj nevnd er sett at koma við leypandi tilmælum um nýskipan av almenna geiranum. Ben Arabo er valdur sum formaður, og hann lovar, at nevndin ikki skal gerast ein súltikrukka, men verður skjóttarbeiðandi. Vónandi verður hon tað, men meiri umráðandi er tó, at nevndin ger eitt gott arbeiði  Spennandi verður at síggja hvat hetta fer at merkja, men samanleggi ng av ráðum, stovnum og kommunum verður ivaleyst millum tilmælini, vit fara at síggja. Vit hava í dag heili 9 aðalráð, og tað er í sær sjálvum eitt upplagt stað at spara. Hví skulu vit hava 9 aðalstjórar og 9 landsstýrisfólk í einum so lítlum landi? Eisini eru fleiri stýri og stovnar, ið kunnu leggjast saman, soleiðis at til ber at spara stjóralønir. Tað gevur meining at brúka fleiri pengar upp á borgaravendan rakstur og minni upp á leiðslu í tann mun tað ber til. Sannlíkt fer at raka smáar stovnar, ið verða lagdir undir størri stovnar. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, men skal heldur síggjast sum ein longri tilgongd...