Posts

Showing posts with the label Ukraina

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Image
Tjóðveldi hevur sum flokkur ilt í samleikanum. Undantikið sjálvt fullveldisstríðið, hevur hesin flokkur meiningar í allar ættir. Eitt aktuelt dømi er russlandspolitikkurin, har flokkurin er tvíbýttur.  Í vikuni skrivað Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi og limur í aðalstjórn floksins, lesarabræv, har hon segði, at “Um vit velja at enda eitt samstarv ella um vit velja at gera fleiri revsitiltøk, skal tað vera tí at vit meta, at tað er rætt fyri okkara tjóð.” Hon raðfestir føroyskt sjálvsøkni fram um samhuga við Ukraina. Hon óttast at vit meiri enn at revsa russar revsa okkum sjálvi við at liva upp til høgu idealini hjá “moralsku reiðmonnunum”, ið tala til ringu samvitskuna hjá føroyingum.  Sigrid staðfestir víðari, at um vit kuta sambandið við Russland, er ikki víst at vit fáa nakran annan ágóða afturfyri: “So kaldur og kyniskur sum handils- og uttanríkispolitikkur er, so skulu vit ikki halda, at grannar okkara taka um endan og kompensera fyri missin....