Posts

Showing posts with the label Streymoy

Oyndarfjarðartunnilin - og forbannilsið av fjallavegum (mikubloggur)

Image
Oyndarfjørður er umgirdur av høgum fjøllum. So komu kavin og hálkan, og okkurt óhapp hevur longu verið. Flestu okkara eru so heppin, at vit fyri tað mesta koyra eftir sløttum og ikki mugu lyfta okkum stórvegis uppfrá ávegis frá heimi til arbeiði. Men ikki øll eru so heppin. Í Løgtinginum hevur júst verið fyrispurningur um at gera ábøtur á Oyndarfjarðarvegin, ið er eitt sera strævið strekki at koyra um veturin, bæði vegna kava og vind. Ábøtur á vegin verða mettar at kosta 69 milliónir krónur, sigur landsstýrismaðurin, og tá er talan mest um eina breiðkan av verandi farleið. Tað vil framvegis ikki vera ein (fram)tíðarhóskandi farleið fyri oyndfirðingar og hellufólk. Tá ið millumbygdavegir upprunaliga vórðu gjørdir, vóru teir allir smalir og ofta við sera nógvum krøppum svingum. Hetta merkir, at sjálvt um summarið ber ikki til at koyra hámarksferð eftir teimum. Seinni fingu vit tvísporaðar vegir, og tað gjørdist sum heild standard frá 60’unum og fram.  Tíverri kom framburðurin ov tíð...