Posts

Politiska landslagið í broyting

Image
Hesi eru millum kendu andlitini, ið ikki verða at síggja á Løgtingi eftir komandi val. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið. Tað er undranarvert at lesa tíðindi í hesum døgum. Sera nógvir sitandi løgtingslimir og fyrrverandi valevni hava lagt kongin og ætla sær nú okkurt annað enn løgtingsarbeiðið.  Í Sambandsflokkinum eru Jaspur Langgaard, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen givnir, umframt onnur valevni á tí meiri kristinkonservativa bógnum. Í Javnaðarflokkinum er umvent. Her eru Ingilín D. Strøm og Uni Holm Johannesen givin, og flokkurin tykist fara eitt fet til høgru. Eisini frættist, at Henrik Old nú eisini gevst í politikki,- ein hin seinasti javnaðarmaðurin av gamla slagnum. Hetta er merkisvert, tí um Sambandsflokkurin fer eitt fet til vinstru og Javnaðarflokkurin eitt fet til høgru so møtast teir mest sum á miðjuni. Miðjan er søguliga staðið, har Sjálvstýri hevur verið heimahoyrandi, men við teimum útspølum, flokkurin er komin við higartil, sær tað mestur út sum, at Sjá...

Politiska skipanin má fáa betri arbeiðslag (mikubloggur)

Image
Ingilín-gølan var ein hin myrkasta løtan í farna valskeiði. Nú hevur Ingilín valt ikki at stilla uppaftur. Mynd: Løgtingið Eg skrivaði í vikuskiftinum bloggin Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval , har eg viðgjørdi hendingarnar, ið leiddu upp til samgonguslitið í farnu viku. Summi hava hartað meg fyri at brúka heldur harða orðið ráðagerð, men hetta er tíverri veruleikin. Tað ringasta er, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at samgongan hevur brúkt svikaráð til at fáa sín vilja ígjøgnum. Vit sóu tað m.a., tá ið fosturtøkumálið kom ígjøgnum í fjør . Summi minnast kanska eisini Ingilín-málið í 2024. Fólkaflokkurin skal heldur ikki vaska seg ov reinan, tí hvør minnist ikki rokið í 2021, tá ið hann sendi tvey landsstýrisfólk í Tingið fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum?  Í 2021 lá Fólkaflokkurin nærum líka lágt sum Javnaðarflokkurin liggur nú. Hann hevði oytt sítt trúvirði burtur, men árið eftir fekk Fólkaflokkurin nýggjan formann , og nú er púra vent í holuni. Fólkaflo...

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Image
  Í farnu viku sóu vit løgmann og løgtingsforkvinnuna - landsins ovastu embæti - taka seg saman at lumpa Framsókn. Tað er ikki ólógligt, men heldur ikki vakurt at skoða. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið. Vit vóru í farnu viku vitni til ein heldur ódámligan sjónleik - fyri ikki at siga glantrileik. Hóast politikarar royndu sum frægast at halda maskuni, er tó sera sannlíkt, at fittur partur av teimum vistu nøkulunda av, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini. At nýval í verki (les: hægst sannlíkt) varð útskrivað, tá ið Bjørt Samuelsen býtti um upp á raðfylgjuna av pensjónsaldurs- og Suðuroyartunnils-málunum, er heilt greitt. Øll, ið vildu vita tað, vistu tað tá. At løgtingsforkvinnan helt upp á, at tað var rein tilvild, var reint spæl fyri gallarínum.  At løgtingsforkvinnan og løgmaður vóru saman um gongdina hetta komandi samdøgrið, er eisini púra opinlýst. Og fleiri onnur vóru sjálvandi vitandi um hetta. Ivin stendst einans um, nær ráðagerðin byrjaði. Byrjaði tað eftir a...

Ein longutong frá Framsókn til Javnaðarflokkin (mikubloggur)

Image
Ingilín er javnaðartinglimurin, ið hevði torførast við at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.  Tað var áhugavert at síggja atkvøðubýtið í stórmálunum í Løgtinginum í gjár. Málið um hækking av pensjónsaldrinum endaði 16-15. Einasti samgongulimur, ið atkvøddi ímóti, var Liljan Weihe, ímeðan seinastu tvær atkvøðurnar vórðu clearaðar. Í málinum um Suðuroyartunnilin gjørdist úrslitið 23-1-7. Erling Eidesgaard atkvøddi blankt og Liljan Weihe atkvøddi ímóti. Hetta var ikki óvæntað. Tað áhugaverda er heldur, at meirilutin av Framsókn eisini atkvøddi ímóti: bæði Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson trýstu á reyða knøttin, ímeðan Hanna Jensen atkvøddi fyri. Man kundi trúð, at Framsókn fór at geva Javnaðarflokkunum sín fulla og hjartaliga stuðul, eftir at Javnaðarflokkurin hevði brúkt sera nógva orku upp á at “yvirtala” sínar tinglimir í málinum um pensjónsaldur. Hetta endaði so við, at allir javnaðartinglimir atkvøddu fyri báðum málunum, eisini Ingilín Strøm, ið annars hevur veri...

Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki

Image
Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí.  Samansettar myndir. Wikimedia Commons Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina.  Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av   Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin: Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. ...

Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting

Image
Sjúrður Skaale er ein av politikarunum, ið royna at seta tilflyting á dagsskrá. Mynd: Wikmedia Commons. Í farnu viku skipaði Sjúrður Skaale fyri kjaktiltøkum við luttøku frá Bjørn Brandenborg og Frederik Vad, ið báðir eru sosialdemokratiskir fólkatingslimir, m.a. Í Varpinum í Klaksvík . Eftir tiltakið skrivaði Sjúrður nakrar niðurstøður á sín Facebook-vanga, ið eg her endurgevi:  Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði. Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur. Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar. Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt. Føroyar eru hei...

Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapar arbeiðspláss, ið føroyingar leggja í (mikubloggur)

Image
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, hevur víst á, at útlendingalógin má strammast upp. “Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men upplýsir, at fiskavirkir og gistingarhús eru væl umboðað, tá tosað verður um Fast Track, eins og fiskiveiðuvinnan er væl umboðað.” Soleiðis skrivar Sirið Stenberg í svari sínum upp á fyrispurningi hjá Bárði á Lakjuni um tilflyting , ið m.a. spurdi, hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í. Tíverri hevur Útlendingastovan ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, og tað er í sjálvum sær atfinngingarsamt. Men hóast hetta er yvirskipað galdandi, at hesi eru topp 3: Matvøruídnaðurin (fiskavirki o.a.)        Gistingarhús- og matstovuvinnan            Fiskivinna    ...