Posts

Showing posts from March, 2026

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Image
  Í farnu viku sóu vit løgmann og løgtingsforkvinnuna - landsins ovastu embæti - taka seg saman at lumpa Framsókn. Tað er ikki ólógligt, men heldur ikki vakurt at skoða. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið. Vit vóru í farnu viku vitni til ein heldur ódámligan sjónleik - fyri ikki at siga glantrileik. Hóast politikarar royndu sum frægast at halda maskuni, er tó sera sannlíkt, at fittur partur av teimum vistu nøkulunda av, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini. At nýval í verki (les: hægst sannlíkt) varð útskrivað, tá ið Bjørt Samuelsen býtti um upp á raðfylgjuna av pensjónsaldurs- og Suðuroyartunnils-málunum, er heilt greitt. Øll, ið vildu vita tað, vistu tað tá. At løgtingsforkvinnan helt upp á, at tað var rein tilvild, var reint spæl fyri gallarínum.  At løgtingsforkvinnan og løgmaður vóru saman um gongdina hetta komandi samdøgrið, er eisini púra opinlýst. Og fleiri onnur vóru sjálvandi vitandi um hetta. Ivin stendst einans um, nær ráðagerðin byrjaði. Byrjaði tað eftir a...