Frá Heilagum Anda til andaleyst vitlíki

Fremmandgjørdi heilin. Mynd: Picryl
Í dag er Hvítusunnudagur - hátíðin, sum verður hildin 50 dagar eftir páskir - harav grikska navnið “Pentekoste”, ið merkir hálvtrýssint. Hvítusunnan byggir á frásøgnina í Ápostlasøguni, har Heilagi Andin kom yvir lærisveinar Jesusar, so teir kundu boða kristindómin kring allan heim. Hvítusunnan verður eisini nevnd føðingardagur kirkjunnar. Hvítusunnan hevur fyrst og fremst andaligan týdning, tí hon minnir á upphavið til kristinboðanina, hennara megi, virði og felagsskap. Men harumframt er Hvítusunnan ein almennur frídagur, sum gevur fólki møguleika at hvíla seg, menna seg og vera saman við familju og vinum. Eisini styrkir Hvítusunnan sosiala og mentanarliga samanhaldið kring landið við stevnum, útigudstænstum, konsertum o.ø. Eg skrivi nógv um høgtíðir, ikki tí at eg eri nakar prædikumaður, men tí at eg síggi stóra savnandi virðið í hesum høgtíðum, har fólk flest hava frí samstundis og kunnu savnast í felagsskapi. Hvítusunnan er onkursvegna ein “lítlibeiggi” hjá Páskunum, men hevur tann stóra fyrimun, at summarið av álvara er byrjað - og tiltøk kunnu flytast út í náttúruna. Blómur spretta, lomb spæla sær á bønum, fuglar syngja í trøum, ja hetta er ikki bara ein andaligur føðingardagur, men í grundini eisini ársins føðingardagur, har mangt, ið lá í dvala, endurføðist. 
Vakri svenski “Summarsálmurin” frá 1889 trokar seg onkursvegna fram í góðveðrinum í mai: “Nú anga grøs og blomstur milt í veitum og á bøi. Og lotið kínir landið stilt, alt andar lætt av frøi. Guðs sól fer inn í kropp og sinn og boðar, at tú nemur, nú aftur summar kemur.”

Men í havsbrúnni hótta myrk skýggj. Í fjarskotnum londum eru kríggj og kreppur, og ávirkanin frá hesum rakar eisini okkum so hvørt. Bæði búskaparlig, tøknilig, veðurlagslig, mentanarlig og andalig rák uttan úr heimi reka støðugt inn í heimligu sugguna, og nógvur av hesum rekaviði verður tikin upp og tillagaður til føroyska samfelagið. Føroyska samfelagið er sera nógv umbroytt seinastu árini, og verður neyvan at kenna aftur um nøkur ár. Hóast jarðfrøðiliga grundstøðið er tað sama sum síðani ístíðina, er samfelagið í dag eitt heilt annað enn tað var fyri bara hálvaðrari øld síðani. 

Sjálvt málið er broytt so nógv, at fólk frá 1889 knappast høvdu skilt okkara málburð í dag - lutvíst eyðkendur av nýyrðum og lutvíst av fremmandum orðum. Og ímeðan stórur partur av samskiftinum áður fór fram á donskum, fer stórur partur av samskiftinum í dag fram á enskum. Við hetta lag verða vit “anglifiserað” og missa okkara kjølfesti í norðurlendskari mentan. Missa vit norðurlendsku málini, fara vit eisini at missa “norðurlendska andan”, tey virði og tann felagsskap, ið hesin umboðar. 

Andin liggur í málinum, og broytist málið, broytist eisini andin. Men vit hava í dag eina eyka avbjóðing, tí sonevnda vitlíkið (AI) tekur málið frá okkum og leggur tað í stór málmodell, og her skapast eitt eftirgjørt mál uttan andaligt grundstøði. Tað máar undan okkara “innara máli”, ið er so týðandi fyri okkara kreativu hugsan. Sprettur málið ikki longur úr menniskjaligum anda, verður málið kroyst oman yvir okkum av vitlíkinum, og verri enn: okkara andaliga “føðiketa” verður alsamt soltnari. 

Seinasta vers í Summarsálminum ljóðar soleiðis: “Tú gevur øllum lív á jørð av tíni stóru náði, men bjartast lýsir tó títt orð, tað eg sum gávu fái. Alt doyggja má, hvørt hold og strá. Um følnað alt er vorðið, tó blómar ævigt orðið.” Men her trokar spurningurin seg fram: fer málið æviga at blóma, um tað ikki fær nøring úr okkara sinni?

Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum